Læknaviðtalan í Miðlon

Í Miðlon starvast 5 kommunulæknar

  • D. Petur Højgaard
  • Guðrun Zachariasen
  • Jóna Hansen
  • Kári Jacobsen
  • Katrin Danielsen

Harafturat starvast 5 sjúkrarøktarfrøðingar og 1 læknaskrivari í viðtaluni. Útbúgvingarlæknar eru knýttir at viðtaluni í styttri og longri tíðarskeið.

'Tíð sama dag'

Í Miðlon arbeiða vit eftir leistinum 'tíð sama dag'. Hugtakið merkir, at tú fært tíð til viðtalu sama dag, tú setur teg í samband við okkum.

Tíðarbílegging umvegis heimasíðu er ímillum kl 8 - 10.

Tíðarbílegging umvegis telefon er ímillum kl 8 - 9.30.

Umbønir í hesum tíðarskeiði eru tryggjaðar tíð sama dag.  Umbønir umvegis heimasíðuna, ið eru sendar eftir kl. 10, verða svaraðar næsta yrkadag.

Tá ið tú biður um tíð umvegis heimasíðuna, fært tú ikki svar í telduposti, men verður uppringd/ur ella fært eitt SMS. Tí er  umráðandi, at tú upplýsir rætta telefonnummarið og hevur telefonina við hondina.

Umbønir um heilivág og svar uppá kanningar kunnu avgreiðast ímillum kl 10 - 12 og kl 13 - 15.
Heilivágurin er greiður til heintan á apotekinum eftir kl. 13 næsta yrkadag.

So vítt gjørligt fært tú tíð hjá tínum egna lækna. 

Felagsviðtala

Arbeiðið í læknaviðtaluni í Miðlon er lagt til rættis soleiðis, at tú hevur tín egna lækna. Viðtalustarvsfólkið arbeiðir fyri allar læknarnar.

Læknarnir arbeiða í felag um bráfeingis viðtalurnar. Við leistinum 'tíð sama dag' vilja hesar viðtalurnar ofta liggja seinnapart. Tí kann henda, at tú fært tíð hjá øðrum lækna enn tínum egna.
Fyri at tú skal fáa eina betri og meira samanhangandi viðgerð, verður tað, so vítt gjørligt, læknin tú hevur sæð til fyrstu bráðfengis viðtaluna, sum fylgir viðgerðini upp. 

Sjúkrarøktarfrøðingarnir taka sær sjálvstøðugt av nøkrum viðtalum - eisini summum bráfeingis viðtalum. Til ber tí eisini at fáa tíð hjá teimum.

Journalskipanin í Miðlon er felags.

Bíðirúmið

Flestu dagar eru minst 4 læknar til arbeiðis í Miðlon og minst ein sjúkrarøktarfrøðingur, ið hevur viðtalur. Tá ið útbúgvingarlæknar eru knýttir at viðtaluni, hava tey eisini egnar viðtalur.
Hendan arbeiðsgongdin ger, at tað kunna sita nógv fólk í bíðirúminum í senn og ikki er altíð, at tey sum bíða, verða rópt inn í somu raðfylgju, sum tey eru komin.
Av tí at tað koma nógv fólk út og inn ígjøgnum móttøkuna, er ikki møguligt hjá móttøkustarvsfólkinum at halda skil á, hvør er komin. Tí er umráðandi, at tú sigur frá í móttøkuni, tá ið tú kemur.

Telefonviðtalur

Læknarnir í Miðlon byrja viðtalur kl. 8 og hava tí ikki telefontíð. Viðtalustarvsfólk svara telefonunum gerandisdagar kl. 8-12 og kl. 13-15. Ímillum kl. 8 - 10 er møguleiki at biða um viðtalu sama dag. Ímillum kl. 10 - 12 og kl. 13 - 15 er møgulleiki at endurnýggja reseptheilivág, fáa svar uppá ymsar spurningar og flestu kanningar. Um tað er trupult at svara spurningi í telefonini, verður í hvørjum føri mett, um tú skal hava eina viðtalutíð ella læknin ringir aftur til tín. Vit stremba eftir, at læknin ringir sama dag ella skjótast gjørligt.

Tíðindi

  • Viðtalan stongd fyrrapart 20. Mars

    16-03-2015
    20. mars hava vit stongt fyrrapart. Vit lata upp aftur kl. 13. Er tørvur á bráðfeingis læknahjálp kanst tú ringja á tel. 212979
  • Læknaviðtalan hevur stongt mikudagin 4. mars.

    03-03-2015
    Vegna tøkniliga umlegging til Elektron er læknaviðtalan stongd 4. mars. Um tær tørvar bráðfeingis læknahjálp áðrenn kl. 16, kanst tú ringja til læknaviðtaluna í Kollafirði á telefon 302420. Tað ber eisini til at ringja til hesar læknar í Havnini: Sten Larsen, Turid Petersen, Berjabrekka, Katrin Rubek Nielsen og Sigrid Nónsgjógv. Læknavaktin svarar á 1870 eftir kl. 16, um tørvur er á bráðfeingis læknahjálp.
  • Summarferia í Miðlon

    26-06-2014
    Í vikunum 27 til 33, verður niðursett arbeiðsorka í Miðlon vegna feriu. Her verða 2 - 3 læknar til arbeiðis og tí verður ikki garantera, at tú sleppur til tín egna lækna. Í hesum tíðarskeiði verða bert bráfeingis viðtalur avgreiddar. Alt sum ikki er bráfeingis, kemur at bíða til eftir feriuna. Í viku 34 arbeiða vit aftur sum vanligt.
  • Telefontíðin broytt í summarferiuni

    26-06-2014
    Í feriuni, ið merkir Miðlon í vikunum 27 - 33, verður telefonin bert svarað gerandisdagar ímillum kl. 8 og 12.
  • Grundlógardagur

    05-06-2014
    Grundlógardagin, 5. juni, letur viðtalan aftur kl. 12.00 Læknavaktin svarar á tlf 1870 frá kl. 12.00.
 
Les øll tíðindi her