AKUTTAR TÍÐIR skulu IKKI umbiðjast yvir heimasíðuna. Ringjast skal kl 8-9.30 ella á bráðtelefonina.
Í Læknaviðtaluni hjá Katrini og Rúna Nolsøe starvast:
Harafturat starvast tríggjar sjúkrarøktarfrøðingar í viðtaluni. Útbúgvingarlæknar eru knýttir at viðtaluni í styttri og longri tíðarskeið.
Í Læknaviðtaluni hjá Katrini og Rúna arbeiða vit eftir leistinum 'tíð sum skjótast'. Hugtakið merkir, at tú fær tíð til viðtalu sum skjótast, og so vítt gjørligt sama dag.
Ávís sløg av viðtalum verða tó givnar fram í tíð. Hettar verður mett um í hvørjum einstøkum føri.
Tíðarbílegging umvegis heimasíðuna er dagin frammanundan til kl 9.30 sama dag.
Tíðarbílegging umvegis telefonina er sama dag ímillum kl. 8 - 9.30.
Umbønir í hesum tíðarskeiði eru, so vítt gjørligt, tryggjaðar tíð sama dag. Umbønir umvegis heimasíðuna, ið eru sendar eftir kl. 9.30, verða svaraðar næsta yrkadag.
Tá ið tú biður um tíð umvegis heimasíðuna, fært tú ikki svar í telduposti, men verður uppringd/ur ella fært eitt SMS. Tí er umráðandi, at tú upplýsir rætta telefonnummarið og hevur telefonina við hondina.
Umbønir um heilivág og svar uppá kanningar kunnu avgreiðast ímillum kl. 10 - 12.
Heilivágurin er greiður til heintan á apotekinum eftir kl. 17 sama dag.
So vítt gjørligt fært tú tíð hjá tínum egna lækna.
Í Miðlon eru tvinnar læknaviðtalur. Katrin og Rúni arbeiða í somu viðtalu, meðan Sigrid Nónsgjógv hevur sína egnu viðtalu.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir taka sær sjálvstøðugt av nøkrum viðtalum - eisini summum bráðfeingis viðtalum. Til ber tí eisini at fáa tíð hjá teimum.
Flestu dagar eru 3 læknar til arbeiðis í báðum viðtalunum og sjúkrarøktarfrøðingar sum eisini hava sínar viðtalur. Tá ið útbúgvingarlæknar eru knýttir at viðtalunum, hava tey eisini egnar viðtalur.
Hendan arbeiðsgongdin ger, at tað kunna sita nógv fólk í bíðirúminum í senn og ikki er altíð, at rópt verður inn í somu raðfylgju sum tey eru komin.