Barnakanningar

Í Føroyum fylgja vit tilmælunum hjá danska heilsustýrinum um, at øll børn, fyrstu fimm liviárini, skula hava tilboð um sjey fyribyrgjandi heilsukanningar, har barnið við nakrar av kanningunum eisini verður koppsett.
Kanningarnar verða gjørdar av kommunulæknanum í hesum aldrunum:

  • 5 vikur (Heilsukanning)
  • 3 mánar (Bert koppseting. Verður í Miðlon gjørd av sjúkrarøktarfrøðingum)
  • 5 mánar (Heilsukanning og koppseting)
  • 1 ár (Heilsukanning og koppseting)
  • 15 mánaðir (Bert koppseting. Verður í Miðlon gjørd av sjúkrarøktarfrøðingum).
  • 2 ár (Heilsukanning)
  • 3 ár (Heilsukanning)
  • 4 ár (Heilsukanning og koppseting)
  • 5 ár (Heilsukanning og koppseting)

Barnakoppsetingar-ætlanin frá 1. januar 2015

Aldur Koppseting
3 mánar difteri-tetanus-kighoste-polio + Hib1 og Pneumokokkar 1
5 mánar difteri-tetanus-kighoste-polio + Hib1 og Pneumokokkar 2 *
12 mánar difteri-tetanus-kighoste-polio + Hib1 og Pneumokokkar 3 *
15 mánar MFR 1
4 ár MFR 2 *
5 ár difteri-tetanus-kighoste-polio endurkopping *
12 ár MFR 2 og til gentur -  HPV 1, 2, og 3

Stjørnan (*) tilskilar, at heilsukanning er samstundis.