Koppseting móti HPV / lívmóðurhálskrabba

Koppseting móti HPV / lívmóðurhálskrabba

Allar gentur og kvinnur í aldrinum 12 til 28 ár kunna lata seg koppseta ókeypis fyri HPV / lívmóðurhálskrabba.

Koppseting fer fram hjá kommunulækna. Fyri at koppsetingin skal virka, skal kvinnan koppsetast tríggjar ferðir innan fyri 12 mðr. Koppsetingin tekur vanliga 6 mánaðir og fer fram í hesi røð:

  • 1. koppseting
  • 2. koppseting fer fram umleið 2 mánaðir eftir 1. koppseting
  • 3. koppseting fer fram umleið 4 mánaðir eftir 2. koppseting

Um koppseting fyri HPV

Koppseting fyri HPV-virus hevur til endamáls at fyribyrgja, at kvinnur fáa lívmóðurhálskrabbamein. Heilsufakliga metingin er, at um kvinnur taka av tilboðnum um HPV koppseting, fer tað frameftir stórt sæð at bera til at fyribyrgja, at kvinnur fáa vandamiklu sjúkuna.

Eldri enn 28 ár

Til ber eisini at koppseta seg um man er eldri enn 28, so er tað tó ikki ókeypis. Kostnaður er uml. 1.400 kr fyri hvørja koppseting.


Bílegg tíð