Norsk bláa bók

Norska bláa bók er heilsuprógv til sjófólk, ið sigla undir norskum reiðaríi. Heilsuváttanin skal skrivast av góðkendum sjóvinnulækna til norsku heilsuprógvini. Í Miðlon er Kári Jacobsen góðkendur sjóvinnulækni til norsku prógvini.

Tá tú kemur at fáa norsku bláu bók, fært tú handað eitt skjal, har tú skalt svara nøkrum spurningum. Læknin ger eina kanning, har hann millum annað kannar sjónstyrki við og uttan brillur, hoyrn, landið og blóðtrýstið.

Tað kostar 1500 kr. at fáa norska bláu bók.

Minst til at hava við:

  • Brillur ella linsur og linsuvætu (linsur skulu takast úr ½ tíma áðrenn viðtaluna)
  • Landroynd
  • 1500 kr. í reiðum peningi
  • Samleikaprógv
  • Gamla norska loyvið
  • D-nummarið