Tá ið tú skal uttanlands at ferðast, verður tað í summum førum tilmælt, at tú fær ymiskar koppsetingar, áðrenn tú fer. Atlit verður tikið til, hvar tú fert, hvussu leingi tú skal verða, hvussu tú skal búgva o.s.fr.
Hesi viðurskifti kanst tú kunna teg um, við at hyggja á heimasíðuna hjá Statens Seruminstitut - www.ssi.dk ella á niðanfyristandandi leinki.
Um tú ynskir at koma her í viðtaluna at fáa koppsetingarnar, ynskja vit, at tú kemur inn til eina viðtalu, so vit saman kunna gera eina koppsetingarætlan. Oftast eru hesar viðtalur hjá sjúkrarøktarfrøðingi.
Tað er sera umráðandi, at tú hevur upplýsingar um, hvørjar koppsetingar tú hevur fingið, serliga seinastu 10 árini.
Vit skriva tær reseptir uppá koppingarevnini, ið tú keypir á apotekinum. Síðani fær tú nýggja viðtalutíð at fáa koppsetingarnar.
Tað er umráðandi, at tú ert í góðari tíð. Minst 1 og helst 2 mánar áðrenn tú skal avstað. Hettar tí, at summar koppsetingar skula gevast fleiri ferð. Flestu koppsetingar skula gevast minst 10 dagar, áðrenn tú kemur til ferðastaðið.
Kostnaður:
Tú skal hava reiðan pening við.